
hulda
hevur fjalt tað
“(fólkatrúgv) hugaskapningur sum verður hildin at fjala lutir (ger so at teir síggjast ikki tó at teir liggja beint fyri eygunum), hulda hevur drigið yvir tað; tá trúgvi eg heldur, at hulda hevur fjalt tað; hulda hav tú títt, eg skal hava mítt”
- Sprotin.fo
Hvør er Hulda?
Hulda - er ein verkætlan, ið hevur til endamáls at varðveita og menna bæði eitt online-savn og eina app, har ung sum eldri ættarlið kunnu læra um okkara føroyska óítøkiliga mentanararv.
Síðan okkara forfedrar settu fótin á land í Føroyum, hava fólk sagt frá søgum og sagnum, og hesar hava livað á mannamunni í øldir. Men í modernaðum tíðum eru umstøðurnar broyttar so mikið, at gomlu frásagnarkynstrini eru horvin, tá sjónvarp, telda og snildtelefon hava tikið plássið frá gamla frásøgufólkinum, sum undirhelt við grúgvuna undir kvøldsetuni.
Hóast gamla tíðin er farin, og heimurin knýtist við fullari ferð í talgilding, so vónar hulda.fo, at hendan menning kann gagnnýtast til at fáa søgur og sagnir fram aftur í ljósið, sum skínur úr gluggunum á teldlum og snildtelefonum.
Eins og V.U. Hammershaimb og Jakob Jakobsen á sinni skrivaðu søgur og sagnir niður, ynskir hulda.fo at finna og skriva tær søgur, ið enn verða sagdar millum fólk, og savna tær á einum stað.
Hulda.fo ætlar eisini at miðla hesar søgur á kreativan hátt, við øllum hentleikum, ið nýggja talgilda tøknin hevur at bjóða.
Vit hava øll hoyrt søguna um risan og kellingina ella kópakonuna. Men hvussu sá marmennilin út, hvaðan hevur Trøllanes fingið navnið, og hevur tú sæð øll trøllini í Fugloy? Hetta ynskja vit at kortleggja, frágreiða, menna og varðveita á einum og sama stað - hulda.fo.
Les meira um verkætlanina niðanfyri.
óítøkiligur mentanararvur
“Óítøkiligur mentanararvur” kann í stuttum lýsast sum tað, ið tú ikki kanst taka í. Við øðrum orðum er tað hugflogið og tankarnir sum hava livað í fólkinum. Í gomlu mentanini var ein steinur ikki bara ein steinur; hann kundi jú vera ein huldusteinur!
“Tungur er tigandi róður”, søgdu teir gomlu; ein kann vísa á ein hundrað ára gamlan árabát á Tjóðsavninum, og harvið síggja nakað um hvussu føroyingar róðu út, men tann óítøkiligi mentanararvurin er tær søgur og teir sangir, ið rungaðu í bátinum, tá menn sótu við árarnar.
Føroyskar søgur, sagnir og fólkaævintýr, ið eru bornar á fólkamunni frá ættarliði til ættarlið, fella undir tað, ið verður kallað óítøkiligur mentanararvur. Hetta er ein sera týdningarmikil partur av okkara samleika í dag, og sigur okkum eisini nakað um tilveruna hjá føroyingum fyrr í tíðini.
UNESCO sigur m.a. hetta um varðveitslu av óítøkiligum mentanararvi kring heimin:
“Meðan heimurin gerst alsamt meira globeliseraður, er viðkvæmur og óítøkiligur mentanararvur ein týdningarmikil faktorur fyri at varðveita mentanarligt margfeldi. At skilja óítøkiligan mentanararv hjá ymiskum samfeløgum hjálpir til at skapa dialog millum mentanir, og eggjar til felags virðing fyri ymiskum lívshættum.”
Søgur
Søgur eru ein týdningarmikil partur av okkara lívi. Tær greiða okkum frá hvussu heimurin sær út, tær loyva hugflognum at spæla sær, og innihalda tær góð menniskjalig virði, ið vit føra við okkum gjøgnum alt lívið.
Søgur um lívið, um náttururna og fyribrigdi, ið fólk hava upplivað her á landi, eiga ein stóran lut í okkara samlaða føroyska samleika. Tær hjálpa okkum at knýta bond millum ættarlið og geva meining til hendingar, ið kanska ikki hava eina reiða frágreiðing.
Søgur um Trøll, risar, huldufólk og aðrar verur hava gjørt tilveruna bæði spennandi og ræðandi. Fyri føroyingar fyrr í tíðini vóru hetta ikki bara søgur. Fyri tey fevndi heimurin um so nógv meira enn tað sum eygað sær; har var mangt ímillum himmal og jørð, og menniskju máttu laga sítt lív til teir skapningar og máttir, sum virkaðu hinumegin heimin sum sæst.
Frásøgufólkið

Í gamla bóndasamfelagnum vórðu søgurnar ofta sagdar yvir eldin í grúgvuni undir kvøldsetuni. Frásøgufólkið var ofta bóndin, tann lívsroyndi abbin, ella tann køna omman. Sum tey søgdu frá søgum, gjørdust bæði djarvar hetjur, vakrir álvar, ræðulig trøll, órógvandi vættrar og hættislig huldufólk livandi fyri áhoyrarunum.
Í modernaðum tíðum er frásøgufólkið í kvøldsetuni horvið, men vit kunnu tó royna at taka søgurnar og sagnirnar við okkum í nýggju tíðina, har Hulda er talgilda frásøgufólkið. Sostatt kann nýmótans tøkni vísa okkum á spennandi søgurík støð, og lívga teir ósjónligu skapningar, ið fjala seg í hellum, heyggjum og steinum kring Føroyar.
Gev okkum títt íkast til innsavningina og varveitanina av Føroyskum søgum og sagnum.
langtíðarætlan




søgan um huldu
“Upprunin
Alt byrjaði við einari bachelorverkætlan á DMJX (Danmarks Medie og Journalist Højskole). Verkætlanin nevndist ”Mythical Faroes,” og skuldi hon greiða frá føroyskum søgum og sagnum, sum sambært UNESCO er ”óítøkiligur mentanararvur.”
Stig vórðu tikin til at menna eina app og heimasíðu til endamálið, og kanningararbeiði varð gjørt um søgur, sagnir, samleika og ferðavinnu í Føroyum við servitan, ið Sølvi Símunarson, Jóan Pauli Joensen og Olga Biskopstøð hava stuðlað við.
”
“Upptøkur í Føroyum
Fyrstu mynda- og filmsupptøkurnar í Føroyum vórðu framleiddar og 3D skanningar gjørdar av økjum.
Sí filmin her:
”
“Appin varð framleidd
Ein frumapp varð framleidd, og til bar nú at síggja, hoyra og lesa søgur og sagnir á staðnum, har sagt varð, at tær fóru fram. Trøll og risar vórðu skapt í 3D og gjørdist livandi við Motion Capture tøkni.”
“Framhald av verkætlanini
”Mythical Faroes” verkætlanin hepnaðist sera væl og varð væl móttikin.
Atlantic Airways, Útoyggjafelagið og onnur sýndu henni áhuga. Verkætlanin fekk nú navnið ”Hulda” og varð skipað sum eitt størri tiltak.”
“Hulda.fo gerst veruleiki
Menning av heimasíðuni Hulda.fo byrjar.
Fyrireikingar til verkætlanina verða gjørdar, innsavningin av søgum byrjar og framleiðslan av Hulduappini fer í gongd.”
“Korona
Koronafarsóttin steðgaði verkætlanini fyribils.”
“Tørva títt íkast
Hulda.fo v0.5 er komin á alnótina.
Nú tørvar okkum bert tína hjálp at savna søgur og sagnir úr øllum landinum saman, so eitt onlinesavn kann gerast veruleiki.
Sí langtíðarætlan okkara (omanfyri) fyri nærri kunning.”
Stóra tøkk
Vit takka stórliga øllum, ið hava stuðla verkætlanini og arbeiði okkara higartil.