Ofta settir
spurningar

Hví er eingin søga á heimasíðuni?
Hendan heimasíðan er fyrsta stigi í verkætlanini og verður nevnd hulda.fo v0.5.
Vit eru í fer við at savna søgur og sagnir, og hava gjørt tað gjørligt hjá føroyingum eisini at geva teirra íkast til innsavningina her.
Samstundis verur tað arbeitt uppá næstu útgávu av heimasíðuni, hulda.fo v1.0, har tær søgur vit hava savna vera lagdar út til allar føroyingar at lesa og uppliva uppá aðrar mátar, við talgildari tøkni.
sí okkara langtíðarætlan.
Søgur finnast online longu - Hví hulda.fo?
Ymiskt tilfar av føroyskum søgum og sagnum er longu á alnótini, savna á t.d snar.fo og aðrastanis.
Vit ynskja at savna og varpa ljós á hesar søgur á einum talgildum palli ið hevur eittans fokus - føroyskar søgur og sagnir.
Tað skal vera lætt at finna, og at finna runt í. Við støðið í tí tilfari ið er, menna vit visuelt tilfar um søgunar, hvar tær ganga fyri seg og mangt annað. Alt hetta skal gerast gerast ein partur av heimasíðuni og Hulda appini.
Hulda vil vera tað talgilda frásøgufólkið, ið kann greiða frá søgum uppá kreativan og trøllabindandi hátt.
Kann eg senda niðurskrivaðar søgur inn?
Ja.
Alt tilfar hevur áhuga. Bæði tær søgur ið enn ganga á fólkamunni og tær ið eru festar á blað.
Er søgan ella søgnin niðurskriva vilja vit fegin vita hvar, nær og av hvørjum hon er skrivað, um gjørligt.